Lilypie First Birthday tickers Lilypie Third Birthday tickers

tirsdag den 16. juni 2009

Vikuskiftistúr til Oslo

Fríggjadagin fóru vit trý ein túr til Oslo, tí babba fylti 26 ár. Sjálvt um eg havi verið í Føroyum tvær ferðir, so var hetta fyrstu ferð eg nakrantíð havi verið og ferðast. Vit fóru umborð á eitt stórt skip, sum eitur Pearl of Scandinavia. So skjótt sum vit vóru komin umborð, so slapp eg í eitt kúlubað. Tað havi eg ongantíð prøvað fyrr. Eg var einsamøll leingi og babba hjálpti mær at spæla. Seinni komu tey stóru børnini í kúlubaðið, so tá fór eg úr.



Um morgunin bleiv man vaktur kl 8:00, tá ein rødd í hátalaranum segði: "God morgen, klokken er nu 8, og vi ankommer til Oslo kl 9:30". Sjálvt um eg var mega móð, so mátti eg upp, tí vit skuldu upp á 7 Seasons restaurantina til morgunmatarbuffet'ina. Fyrst sat eg bara og stardi meðan mamma var eftir mati...
...men eg kom skjótt fyri meg tá mamma kom aftur við fransktbreyði við Nutella og wienerbreyði og nógvum øðrum góðum mati. Um tit ikki vistu tað áðrenn, so vita tit tað nú, at eg elski at eta.


Babba sær eisini eitt sindur nývaknaður út, helsje tað?

Tá vit komu í land í Oslo høvdu mamma og babba heitar troyggjur, regnklæðir og paraplyir við í land, men alt til onga nyttu. Sólin skein bæði oman og niðan, so leiðin gekk skjótt framvið H&M at keypa sólbrillur, sólhatt, sandalir og sólkrem


Tá vit høvdu gingið eitt sindur aftur og fram á Karl Johans gate, gingu vit niðan ímóti slottinum hjá norsku kongafamiljuni. Har settu vit okkum niður eina løtu at rinda møðina. Stóra flotta húsið í bakgrundini er slottið hjá Haraldi kongi.

Sjálvt um vit næstan ikki gjørdu annað enn at eta umborð á skipinum, so máttu vit eisini seta okkum at eta í Oslo. Vit fóru inn í eitt shoppincenter beint við Karl Johans gate, sum eitur Glasmagasinet. Her siti eg og eti ein croissant, mamma etur pommes frites og drekkur cola, meðan babba nýtir eina kalda norska øl.

Eftir at hava gingið runt í Oslo í nógvar tímar var dagurin um at halla. Man skuldi tjekkað inn aftur umborð á Perluna seinast kl 16:30, so vit løgdu so spakuliga leiðina oman aftur á keiina í Oslo. Her siti eg í bláum sólhatti, sum eg fekk um morgunin og við einum lítlum, fittum hundi, sum eg fekk í Glasmagasinet. Í bakgrundini sæst reyvin á Pearl. Tá vit komu umborð fóru vit til nátturðabuffet, har ein føroyskur tænari arbeiddi, og aftaná fóru vit at svimja umborð. Morgunin eftir vóru vit heima aftur, og høvdu havt eitt deiligt vikuskifti.

Ingen kommentarer: