Lilypie First Birthday tickers Lilypie Third Birthday tickers

torsdag den 4. juni 2009

Hjá ommudidd og Flemming

Sunnudagin vóru vit og vitjaðu ommudidd og Flemming í Hørsholm. Tað var soooo stuttligt. Veðrið var av tí allarbesta og vit bara sótu úti í havanum og hugnaðu okkum. Og veitst tú hvat? Ommudidd eigur ein hund! Hann eitur Ludvík og var so fittur og eg vildi allatíð sleppa at kela honum :) Tað var fyrstu ferð í mínum lívi at eg var so nær einum hundi, so tit kunnu ætla hvussu upptikin eg var av honum. EG YNSKI MÆR EIN HUND! Hehe, men tað haldi eg ikki at mamman og babba vilja.
Vit høvdu sum sagt ein ordiliga góðan dag. Eg slapp at reiggja uttanfyri og so sólaði eg mær eisini á plenuni :) Um kvøldið fóru vit at grilla og tað smakkaði sera væl. Hvørja ferð eg misti okkurt niður á gólvið, so kom Ludvík og át alt upp. Hmmm, kanska mamman alíkavæl skal umhugsa ein hund??? So hevði tað í hvørfall verið so deiliga ruddiligt aftan á at eg hevði eti :D


Hey hey tit :)


Flemming og eg
Eg og ommudidd



Ti hi hi, hann slikkar mítt bein :)
Mega skeg at reiggja :)

Ingen kommentarer: