Hey tit, eg eri so røsk nú. Eg dugi nú at grulva og so dugi eg eisini at toga meg upp at standa :) Og tað geri eg so allan dagin!
Eg byrji morgunin við at toga meg upp at standa fyri at vekja mammu og babba, síðani verði eg borin inn í stovuna, og har fari eg beint yvir til sofuna og upp at standa. Eru mamman ella babba í køkinum, ja, so grulvi eg yvir til tey og togi meg upp eftir teirra beinum at standa. Tað er so mega festligt at standa, so jú jú, tað er hart lív at verða 9 mánaðar ;)
Eg eri eisini byrjað at mussa mammuna og babba. Á sum tey smelta av mær. Tey siga: Ingrid, mussa mammu ella babba. Og so smekki eg teimum ein deiligan, stóran muss beint á munnin. Eg dugi ikki enn at forma munnin sum man eigur, so hann stendur víð opin meðan eg mussi. Í staðin havi eg so funnið út av at gera eitt smask ljóð eftir mussin. Tí ein mussur eigur jú at smaska, ha? ;)
Upptøka av mær:


Ingen kommentarer:
Send en kommentar