Lilypie First Birthday tickers Lilypie Third Birthday tickers

lørdag den 4. juli 2009

Vit eru í Føroyum! :)

Nú var aftur langt síðani vit skrivaðu nakað her inni. Men tað er partvís tí at vit onki internet hava havt í 10 dagar á Solbakken! Tað er alvorliga mega long tíð, sigur mamman. Mamman var nokso súr yvir at tað var vekk so leingi, og so doyði Michael Jackson mitt í tí heila, men mamma slapp ikki inn á netið at tjekka uppdateringar um hann! Ja ja, mangt halda tey vaksnu verða strævið.....

Men nú eru vit í Føroyum, á á, sum tað er deiligt at síggja ommur og abbar aftur :) Eg stór njóti lívið. Øll halda at eg eri nakað so fitt, hihi :)

Eg haldi ikki at mamma og babba tíma so væl at uppdatera her á síðuni meðan vit eru í Føroyum, so her verður nokso friðaligt í summarferiuni. Men vit koma sterkt aftur, tá vit fara til Danmarkar aftur :)

Heilsan Ingrid

Ingen kommentarer: