Nú er Siborg komin í viku 21 og hon hevur fullført yvir 50 % av graviditetinum :) Baby er nú umleið 18 cm langt frá høvdi til rumpu. Tað vigar uml. 300 gramm og tekur uml. 7-10 gramm uppá um dagin.
Nú følir Siborg barnið røra seg inni í búkinum og tað er sera deiligt, tí so veit hon at baby hevur tað gott og veksur :) Sjálv heldur Siborg at barnið altíð er vakið um kvøldarnar, tá hon er á veg í song, so baby hevur nokk arvað svøvnrytmurnar hjá Janusi og hansara familju :) ;)



Ingen kommentarer:
Send en kommentar