Lilypie First Birthday tickers Lilypie Third Birthday tickers

lørdag den 29. marts 2008

Bilmessa í Bellacentrinum


Leygardagin 29. mars vóru Janus og Eyðbjørn í Bellacentrinum, har stór bilmessa var hildin. Har vóru bilar í øllum støddum og farvum, og ikki minst í øllum prísklassum. Bíligasti bilurin á messuni var ein Chevrolet Matiz, og hann kostar einans 90.000 kr, meðan tann dýrasti bilurin, ein Lamborghini Spyder, kostar 4,9 mió kr. Altso fáast einir 54 Matiz'ar fyri sama prís sum ein Lamborghini.


Her er so dýrasti bilurin á bilmessuni, Lamborghini Spyder

Ferrari F430. Ein tann lekkrasti bilurin í verðini.
Ferrari F430 aftanífrá
Maserati
Ein klassikari í bilheiminum, Porsche 911

Nei, teir eru ikki heilt bíligir


Her hevur Eyðbjørn so funnið dreymabilin, ein Chevrolet Matiz fyri 90.000 kr. Men hann má nokk bíða til hann einaferð verður advokat, áðrenn hann fær ráð til slíkt luksus.

Ein bilur, sum fekk stóra uppmerksomheit á messuni var hesin løgni bilurin. Hann eitur Søndergaard, og hetta er ein spildurnýggjur danskur bilur. Teir ætla at selja einar 300 um árið av teimum og prísurin kemur at liggja um einar 6-700.000 kr.


Ein tann besti básurin á messuni var tann hjá Lexus. Teir høvdu øll síni modell standandi frammi, og man slapp enntá inn í bilarnar at sita. Tað slapp man ikki í øllum bilum

Her sæst reyvin á einum Lexus IS-F. Hann er seeeera lekkur. Hann sær gott út úr øllum vinklum.


Her siti eg í einum "ministarabili", ein Lexus LS600 H, sum kostar 2,4 mió kr. Heilt ótrúliga lekkur. Eyðbjørn sær eisini út til at sita væl í hasum bilinum, ein Lexus GS300.

Ingen kommentarer: