Lilypie First Birthday tickers Lilypie Third Birthday tickers

søndag den 9. marts 2008

Kristian, Saima og Sofie á vitjan

Leygardagin komu Kristian, Saima og Sofie ein túr at vitja okkum :) Tað var deiligt at síggja tey aftur, og Sofie veksur og útviklar seg fyri hvørja ferð vit síggja hana. Sum hon er fitt, also.... Hon er byrjað at snakka ordiliga nógv, og smílist og flennur til okkum :) Vit høvdu faktisk gjarna viljað átt hana ;)

Vit bestiltu pizza og hugnaði okkum. Her eru nakrar myndir frá kvøldinum.

Tá tey komu, svav Sofie. So hon bleiv løgd útum á altanina eina løtu at sova :)

Men tá hon vaknaði, mátti fastir sleppa at halda henni

Og tað vildi Janus sjálvandi eisini
Sofie og Saima
So fóru vit at eta pizza

Meðan prinsessan fekk sær ein slang á sofuni :)

Sofie er byrjað at eta greyt, og tað fekk hon so tá hon vaknaði aftur :) Tað var ordiliga stuttligt at síggja hana eta greytin, tí hon uppførdi seg sum um at hon ongantíð hevði sæð mat fyrr, og var sera gromm eftir at eta :)

Ingen kommentarer: