Lilypie First Birthday tickers Lilypie Third Birthday tickers

mandag den 17. marts 2008

Í skannaranum :)

Leygardagin vóru vit í skannaranum :) Endamálið við hesi skanningini var at tjekka um barnið hevði øll organir og um tað vaks sum tað skuldi. Heilin, hjartað, nýru og bløðra vórðu tjekkað. Eisini varð tjekkað um baby'ið hevði 2 bein og tveir armar. Alt var tíbetur sum tað skuldi verða, og tað var stuttligt at síggja hatta fitta barnið inni í búkinum :) Baby'ið veksur sum tað skal, og hevur tað gott inni í búkinum á Siborg.

Vit fingu 2 myndir heim við. Tað er so keðiligt, at vit ikki hava ein skannara til telduna, so vit kundu skanna myndirnar inn. Men vit hava so tikið mynd av myndunum, og tær eru so her:




Og eftir sum baby'ið var so fitt inni í búkinum, mátti Siborg í dag keypa tað fyrsta plaggið til baby'ið :) Hon keypti 2 bodystockar, 2 húgvur, sum hoyra til, og eitt baðihondklæði :) Huff, strævið er at bíða til vidundrið kemur út.

Ingen kommentarer: