Lilypie First Birthday tickers Lilypie Third Birthday tickers

søndag den 30. marts 2008

Siborg 26 ár :)

Í dag hevur Siborg feirað at hon hevur verið til í heili 26 ár. Vit høvdu bjóðað nøkrum gestum og her eru nakrar myndir frá kvøldinum :)

Stákast varð í køkinum áðrenn gestirnir komu

Kristian, Saima og Sofie

Fastur'sa lekra petti :)

Og hon skuldi eisini eta :)

Kristian, Janus og Eyðbjørn

Tina, Súsanna og Frida
Jeanette, Ása, Rói og Janus Føðingardagsbarnið

lørdag den 29. marts 2008

Bilmessa í Bellacentrinum


Leygardagin 29. mars vóru Janus og Eyðbjørn í Bellacentrinum, har stór bilmessa var hildin. Har vóru bilar í øllum støddum og farvum, og ikki minst í øllum prísklassum. Bíligasti bilurin á messuni var ein Chevrolet Matiz, og hann kostar einans 90.000 kr, meðan tann dýrasti bilurin, ein Lamborghini Spyder, kostar 4,9 mió kr. Altso fáast einir 54 Matiz'ar fyri sama prís sum ein Lamborghini.


Her er so dýrasti bilurin á bilmessuni, Lamborghini Spyder

Ferrari F430. Ein tann lekkrasti bilurin í verðini.
Ferrari F430 aftanífrá
Maserati
Ein klassikari í bilheiminum, Porsche 911

Nei, teir eru ikki heilt bíligir


Her hevur Eyðbjørn so funnið dreymabilin, ein Chevrolet Matiz fyri 90.000 kr. Men hann má nokk bíða til hann einaferð verður advokat, áðrenn hann fær ráð til slíkt luksus.

Ein bilur, sum fekk stóra uppmerksomheit á messuni var hesin løgni bilurin. Hann eitur Søndergaard, og hetta er ein spildurnýggjur danskur bilur. Teir ætla at selja einar 300 um árið av teimum og prísurin kemur at liggja um einar 6-700.000 kr.


Ein tann besti básurin á messuni var tann hjá Lexus. Teir høvdu øll síni modell standandi frammi, og man slapp enntá inn í bilarnar at sita. Tað slapp man ikki í øllum bilum

Her sæst reyvin á einum Lexus IS-F. Hann er seeeera lekkur. Hann sær gott út úr øllum vinklum.


Her siti eg í einum "ministarabili", ein Lexus LS600 H, sum kostar 2,4 mió kr. Heilt ótrúliga lekkur. Eyðbjørn sær eisini út til at sita væl í hasum bilinum, ein Lexus GS300.

Vika 21.

Nú er Siborg komin í viku 21 og hon hevur fullført yvir 50 % av graviditetinum :) Baby er nú umleið 18 cm langt frá høvdi til rumpu. Tað vigar uml. 300 gramm og tekur uml. 7-10 gramm uppá um dagin.

Nú følir Siborg barnið røra seg inni í búkinum og tað er sera deiligt, tí so veit hon at baby hevur tað gott og veksur :) Sjálv heldur Siborg at barnið altíð er vakið um kvøldarnar, tá hon er á veg í song, so baby hevur nokk arvað svøvnrytmurnar hjá Janusi og hansara familju :) ;)

X-factor finalan

Í gjár vóru vit yviri hjá Ásu og Ragnari og hugdu at X-factor finaluni. Jeanette og Rói vóru eisini har. Tað var ordiliga hugnaligt og vit bíløgdu pizza :)

Jeanette etur pizza

Ragnar, Rói, Ása og Janus

Jeanette og Rói
Ragnar og Janus
Ása og Ragnar, so full av kærleika bæði :)
Ein óklár mynd av Janus eftir at Martin vann :)

lørdag den 22. marts 2008

Gleðiligar páskir :)

Skírishósdag og langafríggjadag

Vit hava notið at hava páskaferiu. Tað er so deiligt bara at ganga heima og slappa av. Gott at vit hava nakrar frídagar aftrat áðrenn dagligdagurin byrjar aftur :) Skírishósdag høvdu vit Eyðbjørn, vinmann Janus, á vitjan. Langafríggjadag vóru vit bjóðað niðan til Randarsól, fastir Siborg, til døgurða :) Restina av páskadøgunum verða vit nokk heima, tí vit hava bæði alt óv nógvan skúlalesnað, sum skal lesast, øv :(

Nátturðaborðið, tá Eyðbjørn kom á vitjan :)
Janus og Eyðbjørn

Langafríggjadag bjóðaði Randarsól lambskjøt :)

Nokk av gestum vóru; m.a. vit bæði, Sólvør, Hergeir, Alda og Lea Olivia, Elisabeth, Fríði og Kari Ann. Kristian, Saima og Sofie komu eftir at vit høvdu etið.

Sólvør og Hergeir

Janus, Hergeir og Sólvør

Siborg og Janus

Lea Olivia

Alda og Emma

Og øll flokkaðust um lítlu Sofie, tá hon endiliga kom :)

mandag den 17. marts 2008

Páskaferia við kulda og kava

Nú havi vit bæði páskaferiu, men ikki kann sigast at veðrið er serliga páskaligt og várligt. Tað er kavi og vindur úti, so best er nokk at halda seg innandura. Men vit kunnu ikki grenja, tí hetta er næstan tann fyrsti kavin í vetur :)

Hesar myndirnar eru 1 tíma gamlar




Og hendan er fyri løtu síðani. Nokkso hugnaligt, ha? :)

Í skannaranum :)

Leygardagin vóru vit í skannaranum :) Endamálið við hesi skanningini var at tjekka um barnið hevði øll organir og um tað vaks sum tað skuldi. Heilin, hjartað, nýru og bløðra vórðu tjekkað. Eisini varð tjekkað um baby'ið hevði 2 bein og tveir armar. Alt var tíbetur sum tað skuldi verða, og tað var stuttligt at síggja hatta fitta barnið inni í búkinum :) Baby'ið veksur sum tað skal, og hevur tað gott inni í búkinum á Siborg.

Vit fingu 2 myndir heim við. Tað er so keðiligt, at vit ikki hava ein skannara til telduna, so vit kundu skanna myndirnar inn. Men vit hava so tikið mynd av myndunum, og tær eru so her:




Og eftir sum baby'ið var so fitt inni í búkinum, mátti Siborg í dag keypa tað fyrsta plaggið til baby'ið :) Hon keypti 2 bodystockar, 2 húgvur, sum hoyra til, og eitt baðihondklæði :) Huff, strævið er at bíða til vidundrið kemur út.

søndag den 9. marts 2008

Í viku 18.

Her eru 2 myndir frá í gjár av Siborg og vaksandi búkinum :)