Soleiðis, nú fingu mamma og babba filmin enduliga at rigga :) Hyggið nú meðan eg rulli runt. Gott at babba filmaði tað, tí eg havi ongantíð rulla runt síðani
fredag den 28. november 2008
onsdag den 19. november 2008
Eg rulli runt :)
Puha, her hendir nógv í mínari útvikling. Týsdagin flenti eg hart fyri fyrstu ferð. Gubbi var á vitjan og tá hann fór avstað aftur og lat seg í jakka og húgvu, fór eg at flenna í kíki. Tað var bara so festligt at síggja hann í jakka og húgvu haldi eg. Mamma og babba hildu sjálvandi at tað var ordiliga stuttligt :)
Og mikudagin rullaði eg knappliga runt! Mamma legði meg á búkin sum hon plagar og so knappliga trillaði eg runt á ryggin. Mamma bleiv so glað og rópti á babba um at koma og hyggja. Og sum ein rættur pápi, hivaði hann kameraið fram og filmaði meðan eg aftur og aftur trillaði á ryggin. Mamma og babba vóru sera errin av mær :) Mamma hevur roynt at leggja filmin út á heimasíðuna, men hon fær tað ikki at rigga, grrrrrr :(
Her eru so í staðin tvær myndir av mær og vinkonuni Rannvá. Eg og mamma vóru og vitjaðu heima hjá teimum herfyri. Hon er 5 vikur eldri enn eg, men eg eri størri enn hon! Men eg havi altíð verði ein ordans bolli, nú vigi eg 7,1 kg!! Ein ordans jólasteik.

tirsdag den 18. november 2008
Í føðingardag hjá ommudidd
mandag den 10. november 2008
Hjá abbadidd og vitja
tirsdag den 4. november 2008
Nógvar nýggjar myndir
Her eru nakrar myndir av Ingrid. Hon er so deilig og fitt og alt í senn og mamma og babba eru so glað fyri at eiga hana :) Hon mennist og veksur í hvørjum. Heilsusjúkrasysturin var á vitjan í síðstu viku og nú vigar hon heili 6200 gr :)
Eisini er hon byrja at taka um leikurnar hjá sær, ikki dugir hon ordiliga at taka tingini í hendurnar, men hon roynir og so snakkar hon eisini so øgiligt við allar leikurna :)

Eisini er hon byrja at taka um leikurnar hjá sær, ikki dugir hon ordiliga at taka tingini í hendurnar, men hon roynir og so snakkar hon eisini so øgiligt við allar leikurna :)

lørdag den 25. oktober 2008
fredag den 24. oktober 2008
Í Føroyum
Her eru nakrar myndir frá Føroyaferðini og frá barnadópinum :)
Á veg til Føroyar
Endiliga var eg heima og møtti syskinabarninum Tóru
Omman letur meg í dópskjólan
So fái eg navn, Ingrid í Stórustovu
Mínar gummir og gubbar. Eyðbjørn, Jeanette og Ása manglaðu.
2 glað foreldur
Hele den pukkelryggede
5 ættarlig
Siborg, Siborg, Ingrid og Ingrid
Eg og olduromman
søndag den 19. oktober 2008
onsdag den 15. oktober 2008
Uppdatering
Ja, nú er øgiliga langt síðani vit hava lagt nakrar nýggjar myndir út, men tað er tí vit eru í Føroyum nú og vit hava tíverri gloymt leidningin til myndatólið eftir í Danmark, so vit fáa ikki koyrt myndir út :(
Annars stákast vit til barnadópin og gleða okkum øgiliga nógv til diddan fær navn, tí nú eru vit móð av at øll spyrja hvussu hon skal eita :) So tað verður sera spennandi sunnudagin, tá prinsessan fær navn :)
Diddan trývist so væl og er glað og væl nøgd. Hon brosar og tosar í heilum og sigur "agø" allatíð :)

søndag den 21. september 2008
Eg eri byrja at smílast :)
Í dag var eg í ordiliga góðum lag, lá og snakkaði og smíltst, so mamma skundaði sær at taka myndir av mær :) Halda tit ikki eg eri fitt?

Aftaná koyrdi mamma meg í ein fínan kjóla :) Hetta er fyrstu ferð eg eri í kjóla. Á hellegens eg eri fitt.....
torsdag den 18. september 2008
Heilsusjúkrasysturin á vitjan
Hey tit, í dag var heilsusjúkrasysturin á vitjan fyri aðru ferð. Og hon var heilt imponerað av mær, og segði at eg var ein tjúkkur bollið :) Eg vigi nú heili 4500 gr.!!!! Tit skulu minnast til at eg bert eri 3 vikur gomul og vigaði 3260 gr. tá eg bleiv fødd.Heilsusjúkrasysturin helt at eg treivst fínt og var sera vakin og uppmerksom, so eg fekk bara rós í dag :) Og tit kunnu sjálvandi ætla at mamma og babba eru stolt av mær :)

Abonner på:
Kommentarer (Atom)