Og mikudagin rullaði eg knappliga runt! Mamma legði meg á búkin sum hon plagar og so knappliga trillaði eg runt á ryggin. Mamma bleiv so glað og rópti á babba um at koma og hyggja. Og sum ein rættur pápi, hivaði hann kameraið fram og filmaði meðan eg aftur og aftur trillaði á ryggin. Mamma og babba vóru sera errin av mær :) Mamma hevur roynt at leggja filmin út á heimasíðuna, men hon fær tað ikki at rigga, grrrrrr :(
Her eru so í staðin tvær myndir av mær og vinkonuni Rannvá. Eg og mamma vóru og vitjaðu heima hjá teimum herfyri. Hon er 5 vikur eldri enn eg, men eg eri størri enn hon! Men eg havi altíð verði ein ordans bolli, nú vigi eg 7,1 kg!! Ein ordans jólasteik.




Ingen kommentarer:
Send en kommentar