Her eru nakrar myndir av Ingrid. Hon er so deilig og fitt og alt í senn og mamma og babba eru so glað fyri at eiga hana :) Hon mennist og veksur í hvørjum. Heilsusjúkrasysturin var á vitjan í síðstu viku og nú vigar hon heili 6200 gr :)
Eisini er hon byrja at taka um leikurnar hjá sær, ikki dugir hon ordiliga at taka tingini í hendurnar, men hon roynir og so snakkar hon eisini so øgiligt við allar leikurna :)

Ingen kommentarer:
Send en kommentar