Ja, nú er øgiliga langt síðani vit hava lagt nakrar nýggjar myndir út, men tað er tí vit eru í Føroyum nú og vit hava tíverri gloymt leidningin til myndatólið eftir í Danmark, so vit fáa ikki koyrt myndir út :(
Annars stákast vit til barnadópin og gleða okkum øgiliga nógv til diddan fær navn, tí nú eru vit móð av at øll spyrja hvussu hon skal eita :) So tað verður sera spennandi sunnudagin, tá prinsessan fær navn :)
Diddan trývist so væl og er glað og væl nøgd. Hon brosar og tosar í heilum og sigur "agø" allatíð :)


Ingen kommentarer:
Send en kommentar