Lilypie First Birthday tickers Lilypie Third Birthday tickers

fredag den 4. december 2009

Jólakalendarin

Eg havi fingið ein jólakalendara frá Eyðbjørn gubba :) Og hann eri eg sera glað fyri, men eg visti í fyrstuni ikki ordiliga hvat ein jólakalendari var. So eg var sera spent, tá mamman hjálpti mær at opna fyrstu lúku. Og vita tit hvat? Har var eitt lekkurt kinder-egg inni í lúkuni. Sum tað smakkaði væl :)













5 fet.

Leygardagin tók eg míni fyrstu fet inni hjá okkum. Heili 5 fet bleiv tað til! :) Tað var tann dagin eg bleiv 15 mðr, jaja, leingi er tað, ið væl skal verða :) Mamma og babba vóru sjálvandi pávastolt! Síðani tað havi eg ikki gingið serliga nógv. Taki hægst 1-2 fet sjálv, tað er ongin grund til at skunda sær, ha? ;)

Annars havi eg fingið 4 nýggjar tenn, so nú havi eg heili 16 tenn! Tað er imponerandi nógv, tí onnur á mínum aldri hava bara 8 tenn enn :)

Á hesi myndini siti eg og geri tað, mær dámar best :) Nemliga at eta :)

Eg elski at lesa bøkur :)

Hvønn dag biði eg mammuna ella babba koma og lesa bók fyri mær. Eg elski tað! Onkuntíð so seti eg meg eisini sjálv at lesa og so siti eg og peiki á tingini í bókunum og hermi eftir mammu og babbasa máta at fortelja uppá. Tað halda mamman og babba er mega fitt :)





tirsdag den 17. november 2009

Vitjan :)

Sunnudagin komu báðar gummurnar við maka og Tóra á vitjan :) Vit fóru at eta dunnu og so fingu vit rís a la mande omaná. Uhm, tað smakkaði væl :)Mamman sigur at sórit lekkurt etur man tá tað er jól, so eg má heldur byrja at gleða meg til jóla :)

Eg og Tóra fáa okkum at eta :)


Rói og eg syngja og spæla guitar
Fitta Tóra

Vit eta lekra dunnu :)


Ein filmur av okkum

Eg tosi á Skype :)



søndag den 8. november 2009

Tóra á vitjan :)

Í dag fóru eg, mamman, Ása-gumma, Tóra og Jeanette-gumma at trilla. Vit fóru í Engby at geva dunnunum breyð, tað var ordiliga skeg, men tíverri gloymdi mamman myndatólið, so har eru ongar myndir :/
Aftan á fóru vit inn til okkum at fáa okkum okkurt at eta :)

Hey hey :)


Meira te, nakar?


Eg og Tóra spæla á gólvinum :)




Nakrar myndir av mær :)

Eg dugi ikki at ganga enn, men eg dugi at standa :)


Hihihihi :)


Mær dámar sera væl at lesa bøkur. Og halló? Ikki forstýra meg við myndatólinum!


Her havi eg sett meg væl tilrættis at lesa :)


Hey hey, er nakar har? :D

tirsdag den 13. oktober 2009

Eg syngi

Her eru tvær upptøkur av mær sum mamman og babba hava tikið av mær í dag Á tí fyrstu upptøkuni syngja eg og mamman. Mær dámar so væl at syngja og serliga er tað Teletubbies sangurin, mær dámar


Á tí næstu upptøkuni eru tað eg og babba sum syngja og spæla inni í kamarinum:)

søndag den 11. oktober 2009

Nýggjar skógvar :)

Mamma og babba keyptu mær einar nýggjar skógvar fríggjadagin. Eg eri so glað fyri teir :) Eg manglaði mega eitt par av skóm, eg havi bara átt einar skógvar við bleytum botni, og teir kann man ikki ganga úti í, tá tað er vátt og kalt. Hetta parið, sum eg havi fingið, er vanntætt :)
Ok, ok, eg dugi ikki at ganga ordiligt enn, mær dámar best at grulva, men mamman satsar uppá at eg fari at blíva motivera til at fara einsamøll til gongu í mínum nýggju skóm :)





Eg siti so spent og bíði, meðan babba ger pannukøkur :) Uhm, tær smakkaðu væl :)


fredag den 18. september 2009

Minnist til...

..... at man kann trýsta á myndirnar, so verða tær stórar og síggjast betur :)

Í djóragarðinum :)

Sunnudagin fóru eg, mamman, babba og gubbin ein góðan túr í djóragarðin. Har var so stuttligt og nógv fitt djór. Mær dámdi allarbest í barnadjóragarðinum. Har vóru kálvar, kýr, hestar, grísar og so eisini geitaungar, sum man slapp at kela :)

Eg helt sjálv at kálvurin var allarfittast og eg vildi allatíð sleppa inn til hann og mammu hansara.


Tað vildi mamma og babba sjálvandi ikki, so tá bleiv eg eitt sindur ill og fór at gráta :(


Men tað var skjótt gloymt, tá vit hugdu eftir grísunum




Eg helt at tað var so skeg at kela geitaungunum, men tíverri vóru so nógv onnur børn har eisini, so man slapp næstan ikki framat :( Eg hopi at vit onkuntíð fara aftur í djóragarðin tá ikki so nógv onnur børn eru har.


Hmmmmmmm, hvussu sleppur man inn til djórini????

Um eg lyfti meg upp.....

.... og strekki meg.....

Sjónvarp

Soleiðis hevði eg sjálv sett meg nú ein dagin at hyggja at TV2 tíðindunum :) Eg hevði sjálv skumpað stólin heilt yvir til sjónvarpið og síðani klintra upp á stólin, hehe :) Mamman helt at tað var so fitt, at hon mátti taka eina mynd av tí :)

lørdag den 12. september 2009

Eg eri ein gella :)

Dagin eftir mín føðingardag, snýkti eg meg inn í ovnin at eta restir. UHM, sum eg elski smarties, eg kundi eti smarties hvønn dag! :)

onsdag den 9. september 2009

Føðinardagur nr 2 :)

Leygardagin helt eg mína næstu føðingardagsparty :) Har vóru mega nógv fólk og eg fekk ordiliga nógvar gávur :)








fredag den 28. august 2009

Mín føðingardagur nr. 1

Ja, tað er ikki so at fylla eitt ár :) Tá sleppur man at halda heilar 2 føðingardagsveislur. Í dag hava vit hildi mína fyrstu føðingardagsveitslu og næsta leygardag fara vit at halda mína næstu føðingardagsveitslu. Tað verður tann ordiliga veitslan, tá mega nógv fólk fara at koma.
Í dag hava vit hildi ein mini-føðingardag, har vit bjóðaðu Jeanette gummu og Róa og Ásu gummu, Ragnar og lítlu Tóru.

Eg bíði spent til babba tekur bilin úr eskjuni. Huff, tekur so langa tíð, babba


Jubbi, eg elski mín nýggja bil. Eg havi fingið hann frá Fastir, Tóru og Teiti :)








Fitta Tóra


Mamman hevði gjørt mær eina fína kaku :)




Og eg skuldi blása ljósið, mamman mátti hjálpa mær


Hetta er ein ordiliga fín kaka, haldi eg


Uhmmmmmmmmmmmm, sum hon smakkar væl