Leygardagin tók eg míni fyrstu fet inni hjá okkum. Heili 5 fet bleiv tað til! :) Tað var tann dagin eg bleiv 15 mðr, jaja, leingi er tað, ið væl skal verða :) Mamma og babba vóru sjálvandi pávastolt! Síðani tað havi eg ikki gingið serliga nógv. Taki hægst 1-2 fet sjálv, tað er ongin grund til at skunda sær, ha? ;)
Annars havi eg fingið 4 nýggjar tenn, so nú havi eg heili 16 tenn! Tað er imponerandi nógv, tí onnur á mínum aldri hava bara 8 tenn enn :)
Á hesi myndini siti eg og geri tað, mær dámar best :) Nemliga at eta :)
Ingen kommentarer:
Send en kommentar