Lilypie First Birthday tickers Lilypie Third Birthday tickers

fredag den 18. september 2009

Í djóragarðinum :)

Sunnudagin fóru eg, mamman, babba og gubbin ein góðan túr í djóragarðin. Har var so stuttligt og nógv fitt djór. Mær dámdi allarbest í barnadjóragarðinum. Har vóru kálvar, kýr, hestar, grísar og so eisini geitaungar, sum man slapp at kela :)

Eg helt sjálv at kálvurin var allarfittast og eg vildi allatíð sleppa inn til hann og mammu hansara.


Tað vildi mamma og babba sjálvandi ikki, so tá bleiv eg eitt sindur ill og fór at gráta :(


Men tað var skjótt gloymt, tá vit hugdu eftir grísunum




Eg helt at tað var so skeg at kela geitaungunum, men tíverri vóru so nógv onnur børn har eisini, so man slapp næstan ikki framat :( Eg hopi at vit onkuntíð fara aftur í djóragarðin tá ikki so nógv onnur børn eru har.


Hmmmmmmm, hvussu sleppur man inn til djórini????

Um eg lyfti meg upp.....

.... og strekki meg.....

Ingen kommentarer: