Soleiðis, nú fingu mamma og babba filmin enduliga at rigga :) Hyggið nú meðan eg rulli runt. Gott at babba filmaði tað, tí eg havi ongantíð rulla runt síðani
fredag den 28. november 2008
onsdag den 19. november 2008
Eg rulli runt :)
Puha, her hendir nógv í mínari útvikling. Týsdagin flenti eg hart fyri fyrstu ferð. Gubbi var á vitjan og tá hann fór avstað aftur og lat seg í jakka og húgvu, fór eg at flenna í kíki. Tað var bara so festligt at síggja hann í jakka og húgvu haldi eg. Mamma og babba hildu sjálvandi at tað var ordiliga stuttligt :)
Og mikudagin rullaði eg knappliga runt! Mamma legði meg á búkin sum hon plagar og so knappliga trillaði eg runt á ryggin. Mamma bleiv so glað og rópti á babba um at koma og hyggja. Og sum ein rættur pápi, hivaði hann kameraið fram og filmaði meðan eg aftur og aftur trillaði á ryggin. Mamma og babba vóru sera errin av mær :) Mamma hevur roynt at leggja filmin út á heimasíðuna, men hon fær tað ikki at rigga, grrrrrr :(
Her eru so í staðin tvær myndir av mær og vinkonuni Rannvá. Eg og mamma vóru og vitjaðu heima hjá teimum herfyri. Hon er 5 vikur eldri enn eg, men eg eri størri enn hon! Men eg havi altíð verði ein ordans bolli, nú vigi eg 7,1 kg!! Ein ordans jólasteik.

tirsdag den 18. november 2008
Í føðingardag hjá ommudidd
mandag den 10. november 2008
Hjá abbadidd og vitja
tirsdag den 4. november 2008
Nógvar nýggjar myndir
Her eru nakrar myndir av Ingrid. Hon er so deilig og fitt og alt í senn og mamma og babba eru so glað fyri at eiga hana :) Hon mennist og veksur í hvørjum. Heilsusjúkrasysturin var á vitjan í síðstu viku og nú vigar hon heili 6200 gr :)
Eisini er hon byrja at taka um leikurnar hjá sær, ikki dugir hon ordiliga at taka tingini í hendurnar, men hon roynir og so snakkar hon eisini so øgiligt við allar leikurna :)

Abonner på:
Kommentarer (Atom)