Her hendir ikki so nógv spennandi á Solbakkanum fyri tíðina. Siborg stríðist í praktikkini og Janus er við at fara í gongd við at skriva bacholoruppgávu, so tíðin gongur skjótt, men tað er bara gott, tí so nærkast Siborgsa termin meir og meir :)
Í vikuskiftinum vóru vit í 2 føðingardøgum. Leygardagin vóru vit í festlokalinum her á Solbakken í føðingardegi hjá Allan og Róa. Teir eru báðir blivnir 25 ár, so teir hildu eitt felags ball og har var nokk av fólki.
Sunnudagin vóru vit í føðingardegi hjá Siste, ommusystir Janus, tað var eisini rættiliga hugnaligt, og vit fingu kakur og annað gott at eta :) Vit høvdu tikið myndatólið við, men gloymdu at taka myndir :/


Ingen kommentarer:
Send en kommentar