Lilypie First Birthday tickers Lilypie Third Birthday tickers

mandag den 21. april 2008

Deiligt várveður, verkfall og skúlating

Í Danmark hava vit super gott veður fyri tíðina. Vit hava havt sól í fleiri dagar nú og í dag hava tað verið 15 hitastig. So havamøblarnir eru funnir fram og vit hava sitið nógv úti á altanini og sóla okkum :)
Meðan sjúkrarøktarfrøðingarnir eru í verkfalli, sleppur Siborg ikki at møta í praktikkini, men tað er hon ikki so kedd av, tí nú sleppur hon at ganga heima og hugna sær :)

Janus roynir at lesa og hugnar sær við einum smoothie :) Hann hevur nokk at lesa, og skal í roynd um minni enn ein mánað og hann skal eisini avlevera bacheloruppgávuna skjótt.

Siborg roynir at terpa um nýruni og urinvegir og annað spennandi.

Ingen kommentarer: