Lilypie First Birthday tickers Lilypie Third Birthday tickers

søndag den 27. april 2008

Elin í Danmark

Elin er í løtuni í Danmark. Hon kom mikudagin og fer avstað aftur í morgin. Vit hava hugna okkum saman við henni; verið úti og eti, í tivoli og annað gott :)
Hóskvøldið vóru vit í Tivoli. Har møttu vit Helga og Sonna.
Janus í tivoli.
Elin í tivoli.
Helgi og Sonni á veg upp í "Det Gyldne Tårn".

Janus, Helgi og Sonni í radiobilinum.


Fríggjakvøldið vóru vit á Papas og ótu. Her situr Janus við eini 1 liturs øl.

Elin og Helgi


Siborg og Janus

Siborg

Helgi

Elin

Nakrar myndir av Sofiu

Her eru nakrar myndir frá tysdegnum, tá Siborg var ein túr í Lyngby hjá Saimu og Sofiu. Vit gingu ein túr í tí góða veðrinum framvið Lyngby Sø.

Har sóu vit eitt fitt gásapar við ungum :)

Ein nývaknað didda.

Sofie hevði 1/2 ára føðingardag :)

mandag den 21. april 2008

Deiligt várveður, verkfall og skúlating

Í Danmark hava vit super gott veður fyri tíðina. Vit hava havt sól í fleiri dagar nú og í dag hava tað verið 15 hitastig. So havamøblarnir eru funnir fram og vit hava sitið nógv úti á altanini og sóla okkum :)
Meðan sjúkrarøktarfrøðingarnir eru í verkfalli, sleppur Siborg ikki at møta í praktikkini, men tað er hon ikki so kedd av, tí nú sleppur hon at ganga heima og hugna sær :)

Janus roynir at lesa og hugnar sær við einum smoothie :) Hann hevur nokk at lesa, og skal í roynd um minni enn ein mánað og hann skal eisini avlevera bacheloruppgávuna skjótt.

Siborg roynir at terpa um nýruni og urinvegir og annað spennandi.

2 konfirmatiónir

Fríggjadagin og leygardagin vóru vit í konfirmatión.
Fríggjadagin vóru vit í Solrød, og leygardagin vóru vit í Farum. Veðrið var av tí allar besta báðar dagarnar, og tað passaði okkum væl, tí vit skuldu koyra í toki í 1/2 tíma og ganga í 1/2 tíma til báðar konfirmatiónirnar.

Janus á veg í konfirmatión :)
Konfirmatiónin í Farum bleiv hildin á eini matstovu, ið lá við Furesøen. Tað var simpulten so lekkurt umhvørvi og veðrið kundi ikki verið betri.

torsdag den 17. april 2008

Video

Her er ein lítil upptøka av Sofie meðan hon spælir við eina telefon. Hon var øgiliga upptikin av telefonini og snakkaði allatíð :)

Í føðingardag hjá Kristian

Týsdagin vóru vit í Lyngby ein túr í føðingardegi hjá Kristian. Randarsól, Knut og Rebekka vóru eisini har.

Fitta lítla Sofie

Hon var øgiliga upptikin av eini spælitelefon

Sofie roynir at blanda seg, meðan babba tosar í telefon við ommuna

Siborg, Rebekka, Knut og føðingardagsbarnið
Siborg og Rebekka
Abbadidd og Sofie

fredag den 11. april 2008

Vika 23.

Nú er Siborg komin í viku 23 og er komin inn í 6. mánað. Í dag eru 124 dagar eftir til termin, men hvør telur??? Hehe :)

Nú er barnið umleið 20 cm langt og vigar uml. 450 gramm. Og tað tekur yvir 10 gramm uppá um dagin :)


Kristian fekk diplom

Í gjár vóru vit í Lyngby til reseptión á DTU, har Kristian fekk sítt diplom :) Har vóru nógv fólk og flott buffet aftaná handanina. Her eru nakrar myndir frá kvøldinum.

Saima og Janus (Sofie svevur í vogninum).

Kristian og Saima
Ein nývakna didda.
Kristian bíðar eftir at verða róptur upp.

Kristian fær handað diplomið. (Sjálvandi skuldi myndin kiksa).

Aftaná skuldu tey nýklaktu stilla seg upp til felags mynd.
Kristian og diplomið.
Buffetin.


Sofie.
Janus og Kristian eta.
Siborg.