Lilypie First Birthday tickers Lilypie Third Birthday tickers

fredag den 4. december 2009

Jólakalendarin

Eg havi fingið ein jólakalendara frá Eyðbjørn gubba :) Og hann eri eg sera glað fyri, men eg visti í fyrstuni ikki ordiliga hvat ein jólakalendari var. So eg var sera spent, tá mamman hjálpti mær at opna fyrstu lúku. Og vita tit hvat? Har var eitt lekkurt kinder-egg inni í lúkuni. Sum tað smakkaði væl :)













5 fet.

Leygardagin tók eg míni fyrstu fet inni hjá okkum. Heili 5 fet bleiv tað til! :) Tað var tann dagin eg bleiv 15 mðr, jaja, leingi er tað, ið væl skal verða :) Mamma og babba vóru sjálvandi pávastolt! Síðani tað havi eg ikki gingið serliga nógv. Taki hægst 1-2 fet sjálv, tað er ongin grund til at skunda sær, ha? ;)

Annars havi eg fingið 4 nýggjar tenn, so nú havi eg heili 16 tenn! Tað er imponerandi nógv, tí onnur á mínum aldri hava bara 8 tenn enn :)

Á hesi myndini siti eg og geri tað, mær dámar best :) Nemliga at eta :)

Eg elski at lesa bøkur :)

Hvønn dag biði eg mammuna ella babba koma og lesa bók fyri mær. Eg elski tað! Onkuntíð so seti eg meg eisini sjálv at lesa og so siti eg og peiki á tingini í bókunum og hermi eftir mammu og babbasa máta at fortelja uppá. Tað halda mamman og babba er mega fitt :)