Lilypie First Birthday tickers Lilypie Third Birthday tickers

fredag den 18. september 2009

Minnist til...

..... at man kann trýsta á myndirnar, so verða tær stórar og síggjast betur :)

Í djóragarðinum :)

Sunnudagin fóru eg, mamman, babba og gubbin ein góðan túr í djóragarðin. Har var so stuttligt og nógv fitt djór. Mær dámdi allarbest í barnadjóragarðinum. Har vóru kálvar, kýr, hestar, grísar og so eisini geitaungar, sum man slapp at kela :)

Eg helt sjálv at kálvurin var allarfittast og eg vildi allatíð sleppa inn til hann og mammu hansara.


Tað vildi mamma og babba sjálvandi ikki, so tá bleiv eg eitt sindur ill og fór at gráta :(


Men tað var skjótt gloymt, tá vit hugdu eftir grísunum




Eg helt at tað var so skeg at kela geitaungunum, men tíverri vóru so nógv onnur børn har eisini, so man slapp næstan ikki framat :( Eg hopi at vit onkuntíð fara aftur í djóragarðin tá ikki so nógv onnur børn eru har.


Hmmmmmmm, hvussu sleppur man inn til djórini????

Um eg lyfti meg upp.....

.... og strekki meg.....

Sjónvarp

Soleiðis hevði eg sjálv sett meg nú ein dagin at hyggja at TV2 tíðindunum :) Eg hevði sjálv skumpað stólin heilt yvir til sjónvarpið og síðani klintra upp á stólin, hehe :) Mamman helt at tað var so fitt, at hon mátti taka eina mynd av tí :)

lørdag den 12. september 2009

Eg eri ein gella :)

Dagin eftir mín føðingardag, snýkti eg meg inn í ovnin at eta restir. UHM, sum eg elski smarties, eg kundi eti smarties hvønn dag! :)

onsdag den 9. september 2009

Føðinardagur nr 2 :)

Leygardagin helt eg mína næstu føðingardagsparty :) Har vóru mega nógv fólk og eg fekk ordiliga nógvar gávur :)