Lilypie First Birthday tickers Lilypie Third Birthday tickers

søndag den 18. januar 2009

HEY AFTUR

Gott nýggjár og alt hatta har. Nú er sanniliga langt síðani vit skrivaðu inni her, men tað er tí at vit hava havt tað so ræðuliga gott í Føroyum og ikki orka at lagt nakað út á síðuna :)

Men nú mugu vit taka okkum saman og leggja nýggjar myndir út :)
Í dag hevur Ingrid verið í sínum egna baði aftur, tað dámdi henni væl :) Mamma og babba hava keypt henni leikur, sum kunnu flóta! Tað helt Ingrid vera mega smart og royndi so øgiligt at spæla við leikurnar :)


Eftir hetta fekk Ingrid sær ein langan lúr úti í vogninum og kom inn aftur við reyðum kjálkum. Tá hendi nakað stuttligt! Mamma og babba fóru at geva henni greyt. Tað hevur verið nógv tosað aftur og framm um nær Ingrid fór at fáa greyt fyri fyrstu ferð og tað bleiv so í dag :)
Ingrid var eitt sindur varin tá hon fekk greytin í munnin, men hon tók tað heilt pent. Men hon tímdi ikki ordiliga at eta meira enn 3-4 skeiðir, tá er mammusa mjólk nokk betri ;p

Ingen kommentarer: