Lilypie First Birthday tickers Lilypie Third Birthday tickers

mandag den 26. januar 2009

Sofie spælir Mammu-og-Børn


Í gjár vóru Kristian, Saima og Sofie og vitjaðu her, tað var ordiliga stuttligt at síggja tey aftur :)

Sofie var øgiliga upptikin av Ingrid og vildi allatíð spæla við hana, men Ingrid er jú alt for lítil enn til at verða ein ordiligur spælivinur....

Men Sofie vildi allíkavæl spæla mammubørn við Ingrid, hyggið at filminum :) Ingrid var ikki ordiliga við uppá tað :)

onsdag den 21. januar 2009

Mánadagin var heilsusjúkrasysturin á vitjan og nú vigi eg 8,6 kg :) Eg eri so deiliga feit. Heilsusjúkrasysturin helt at alt sá út til at ganga fínt, hon segði at eg sá út til at stórtrývast og mennast sum eg skuldi :)

Tá heilsusjúkrasysturin var farin fóru eg, mamma og Ása gumma í Ikea ein túr. Har havi eg ongantið verið fyrr, men mamman sigur at hon elskar at verða har, so vit fara sikkurt aftur onkran dagin :p

Í Ikea keypti mamman mær ein fínan reyðan stól, og eg eri so glað fyri hann. Eg siti so stolt í honum :)

Annars eti eg greyt sum eg veit ikki hvat! Haldi hann smakkar so sera væl :)

søndag den 18. januar 2009

HEY AFTUR

Gott nýggjár og alt hatta har. Nú er sanniliga langt síðani vit skrivaðu inni her, men tað er tí at vit hava havt tað so ræðuliga gott í Føroyum og ikki orka at lagt nakað út á síðuna :)

Men nú mugu vit taka okkum saman og leggja nýggjar myndir út :)
Í dag hevur Ingrid verið í sínum egna baði aftur, tað dámdi henni væl :) Mamma og babba hava keypt henni leikur, sum kunnu flóta! Tað helt Ingrid vera mega smart og royndi so øgiligt at spæla við leikurnar :)


Eftir hetta fekk Ingrid sær ein langan lúr úti í vogninum og kom inn aftur við reyðum kjálkum. Tá hendi nakað stuttligt! Mamma og babba fóru at geva henni greyt. Tað hevur verið nógv tosað aftur og framm um nær Ingrid fór at fáa greyt fyri fyrstu ferð og tað bleiv so í dag :)
Ingrid var eitt sindur varin tá hon fekk greytin í munnin, men hon tók tað heilt pent. Men hon tímdi ikki ordiliga at eta meira enn 3-4 skeiðir, tá er mammusa mjólk nokk betri ;p