Lilypie First Birthday tickers Lilypie Third Birthday tickers

onsdag den 17. september 2008

Hey hey

Í morgin er diddan longu 3 vikur, tíðin gongur sera skjótt. Hon er so fitt og nemm og vit eru heilt vekk í henni :) Henni dámar sera væl at eta og sova. Onkuntíð tímir hon eisini at hyggja uppá mammu og babba og spæla eitt sindur. Vit royna at leggja hana á búkin tá hon er vakin, so hon fær trena nakka- og ryggvøddar. Og tað dugir hon bara betur og betur fyri hvønn dag :)


Vit hava keypt eitt spæliteppi til hana, hon dugir ikki so væl enn at spæla, men hon tímir væl at liggja undir tí alíkavæl og hyggja eftir øllum teimum spennandi leikunum. Fyrstu ferð vit løgdu hana undir teppi, steinsovnaði hon aftan á 30 sekund, hihi. Fitt er hon :)
Syskinabarnið, Sofie, var á vitjan sunnudagin. Tað verður annað lív tá tær báðar fara at renna runt í íbúðini og spæla saman ;)

Ingen kommentarer: