Lilypie First Birthday tickers Lilypie Third Birthday tickers

søndag den 21. september 2008

Eg eri byrja at smílast :)

Í dag var eg í ordiliga góðum lag, lá og snakkaði og smíltst, so mamma skundaði sær at taka myndir av mær :) Halda tit ikki eg eri fitt?

Aftaná koyrdi mamma meg í ein fínan kjóla :) Hetta er fyrstu ferð eg eri í kjóla. Á hellegens eg eri fitt.....

torsdag den 18. september 2008

Heilsusjúkrasysturin á vitjan

Hey tit, í dag var heilsusjúkrasysturin á vitjan fyri aðru ferð. Og hon var heilt imponerað av mær, og segði at eg var ein tjúkkur bollið :) Eg vigi nú heili 4500 gr.!!!! Tit skulu minnast til at eg bert eri 3 vikur gomul og vigaði 3260 gr. tá eg bleiv fødd.

Heilsusjúkrasysturin helt at eg treivst fínt og var sera vakin og uppmerksom, so eg fekk bara rós í dag :) Og tit kunnu sjálvandi ætla at mamma og babba eru stolt av mær :)

onsdag den 17. september 2008

Hey hey

Í morgin er diddan longu 3 vikur, tíðin gongur sera skjótt. Hon er so fitt og nemm og vit eru heilt vekk í henni :) Henni dámar sera væl at eta og sova. Onkuntíð tímir hon eisini at hyggja uppá mammu og babba og spæla eitt sindur. Vit royna at leggja hana á búkin tá hon er vakin, so hon fær trena nakka- og ryggvøddar. Og tað dugir hon bara betur og betur fyri hvønn dag :)


Vit hava keypt eitt spæliteppi til hana, hon dugir ikki so væl enn at spæla, men hon tímir væl at liggja undir tí alíkavæl og hyggja eftir øllum teimum spennandi leikunum. Fyrstu ferð vit løgdu hana undir teppi, steinsovnaði hon aftan á 30 sekund, hihi. Fitt er hon :)
Syskinabarnið, Sofie, var á vitjan sunnudagin. Tað verður annað lív tá tær báðar fara at renna runt í íbúðini og spæla saman ;)

søndag den 7. september 2008

Fólk á vitjan

Nógv fólk hava verið og vitja og beundra didduna og hon hevur fingið ordiliga nógv lekkur klæðir :)

Her eru nakrar myndir av gestunum

onsdag den 3. september 2008

Fleiri myndir av prinsessuni :)

Her eru meira myndir av didduni :)

Akkurát fødd

Vekt 3260 gr, longd 53 cm

Babba sleppur at halda prinsessuni fyri fyrstu ferð

Ein stoltur pápi

Á veg heim frá hospitalinum

Omman og diddan