Lilypie First Birthday tickers Lilypie Third Birthday tickers

tirsdag den 28. december 2010

fredag den 29. oktober 2010

Nemo!

Á Fiskatorvinum búgva Nemo, pápin og Dory! Ordiliga skeg :)

onsdag den 20. oktober 2010

Í Turkalandi

Vit eru akkurát komin aftur eftir eina lekra feriu í Turkalandi. Her eru nakrar myndir :)





Ingrid og Eivør, trýmenningurin :)

Babba, mamman og eg




Eg fekk ein fínan kjóla :)

Sólsetur

Eg hugnaði mær so nógv á strondini











mandag den 20. september 2010

Ingrid og mamma

Nú er langt síðani seinast....

Men eg eri her enn, og hugni mær í Danmark saman við mammuni og babba. Dagarnir fara við at ganga í vøggustovu og spæla uttanfyri :) Nú havi eg sagt við mammuna og babba at tey skulu uppdatera oftari her inni. Tì hetta gongur slett ikki.

Her er annars ein mynd av mær og babba, vit gera búkøvilsir ;p



Sendt fra min HTC-telefon

fredag den 14. maj 2010

Eg hjálpi mammu......

.... at vaska gólv :)

Vaska, vaska, vaska....


Ja, hetta sær gott út...


Síggja tit? Og jújú, eg eri eitt sindur vát, men hvat tá ;)


..og so koyrir man lappan niður í spannina......


Hvat sigur tú? Skal eg vaska ovnin fyri teg eisini?

torsdag den 18. marts 2010

Bamse og Kylling

Í kvøld hava vit eti stoktan høsnarunga. Hvørja ferð Ingrid bleiv spurd um hon vildi hava meira kylling, svaraði hon: "Bamse". Hahaha, fitt er okkara deiliga Ingrid.

søndag den 14. marts 2010

Videoupptøka av mær

Her er ein videoupptøka av mær, sum longu er ein mánað gomul. Á upptøkuni byggi eg kubbar, og eg dugi so væl :)

Í djóragarðinum

Í gjár vóru eg, mamman, gumma, Tóra og gumma í djóragarðinum. Tað var ordiliga stuttligt. Aftaná fóru vit inn í handilin, sum er har, og keyptu mær eina hønu og ein giraf. Eg samli uppá djór og var so mega glað fyri tey nýggju djórini til samlingina :)

Eg og gumma inni hjá giraffunum :)


Vit sóu pingvinar, og mamma segði at hatta var pingu. Men sum tit síggja á myndini eri eg ikki stórliga imponerað!






Og vit fingu okkum eisini at eta. Eg át pylsu og breyð, men dámdi faktisk betri tomatsuppuna hjá mammuni ;)


Gumma, Tóra og gumma :)

torsdag den 18. februar 2010

Eg spæli inni á wc'inum

Mær dámar so væl at spæla spæla inni á wc'inum og plaska og spæla við vatn í vaskinum.

Fyrst má eg klintra upp á stigan


Og so eri eg næstan har.....


...Soleiðis... Mamman, skrúða kranan frá!!!!!


....Og so eitt sindur av sápu..... :)