Nú var eitt sindur síðani vit skrivaðu á heimasíðuni, so nú er tíð uppá at leggja nýggjar myndir út. Síðani síðst havi eg havt vitjan av ommu og abba úr Skopun. Tað var so deiligt at hava tey her og vit hugnaðu okkum. Aftan á at tey fóru, bleiv eg sjúk :( Fekk febur og ilt í búkin. Men nú eri eg blivin frísk aftur og eti sum vanligt :) Annars eri eg ein fitt og røsk genta. Elski at spæla og vil allarhelst út at spæla hvønn dag. Eg og mamman eru byrjaðar at fara út í sandkassan, tað er ordiliga skeg. Og so havi eg eisini roynt at reiggja :) Hyggi eftir myndunum.
Omman og abbin keyptu mær so nógv stuttlig leikur
Eg og omman hugna okkum í góðveðrinum

Eg fekk m.a. ein fittan hund frá teimum

Meðan eg var sjúk orkaði eg ikki at eta nakað, so mamman prøvaði at geva mær rómabolla. Tað dámdi mær sjálvandi :)

Eg liggi altíð so ófriðaligt, meðan eg sovi. Eitt kvøldið hevði eg lagt meg tvørtur um, oman á dýnuna, beinini út millum rimarnar og síðan roynt at balla meg við seingjarrammuni. Haha, tá máttu tey flenna at mær og taka eina mynd :)

Eg spæli uttanfyri í sandkassanum


Mær dámar so væl at reiggja