lørdag den 25. april 2009
fredag den 17. april 2009
TILLUKKU drotningin :)
Í gjár fóru eg og mamma og Rannvá og mamma hennara á Amalienborg at ynskja drotningini tillukku. Mamma sigur, at eftirsum eg havi eitt so royalt navn, so má eg tíðliga venjast at dáma kongahúsið :) Mamma hevur jú sjálv altíð verið ein smá royalist ;)
Vit vóru nokkso seinar, so vit stóðu nokkso langt vekk. Har vóru eisini ordiliga nógv fólk. Aftaná fóru vit á cafe og eg og Rannvá ordiliga hugnaðu okkum :)
Vit vóru nokkso seinar, so vit stóðu nokkso langt vekk. Har vóru eisini ordiliga nógv fólk. Aftaná fóru vit á cafe og eg og Rannvá ordiliga hugnaðu okkum :)
fredag den 3. april 2009
Tað várar :)
Mín vinkona :)
Ása gumma var og vitjaði í gjár og hon hevði sína fittu lítlu diddu við sær. Hon er bara eina mánað og hevur onki navn enn. Mamma er so heldig, hon skal verða gumma hjá henni :)
Her eru nakrar myndir av fittu didduni. Eg gleði meg sooo nógv til hon verður stór nokk til at spæla við meg. Enn er hon so lítil at hon bara svevur ;)


Her eru nakrar myndir av fittu didduni. Eg gleði meg sooo nógv til hon verður stór nokk til at spæla við meg. Enn er hon so lítil at hon bara svevur ;)
Mítt kamar
Nú eri eg blivin so mikið stór at mamma hevur biðið babba um at koyra botnin í mínari song eitt hakk longur niður. Mamma heldur at nú er tað bara ein spurningur um tíð áðrenn eg dugi sjálv at seta meg, og tá má songarbotnurin ikki longur verða so langt uppi. So nú hevur babba ordna songina og so hevur hann eisini hongt eina hyll upp yvir songini. Tað er ordiliga flott :)




Eg hjálpi babba :)
torsdag den 2. april 2009
Abonner på:
Kommentarer (Atom)





