Lilypie First Birthday tickers Lilypie Third Birthday tickers

torsdag den 19. juni 2008

Í 8. mánað

Nú er Siborg komin í viku 33 og inn í 8 mánað :) Bert 55 dagar eftir :)

Her kunnu tit síggja nakrar myndir yvir hvussu búkurin er voksin gjøgnum hesar síðstu mánaðarnar:
Vika 12
Vika 23
Vika 32

søndag den 8. juni 2008

Nakrar myndir fra Frederiksberg Hava

Hesin flotti páfuglurin býr inni í Frederiksberg Hava

Janus sólar sær



Vit hugdu eftir nýggja búðstaðnum hjá fílunum í djóragarðinum

Nú hava teir so nógv betri pláss enn fyrr :)

Siborg og Janus gleða seg til baby kemur!!!

Siborg í viku 31

Siborg er nú í viku 31 og tíðin nærkast alvorliga. Búkurin veksur og veksur. Baby er sambært gravivitetsbókini uml. 1600 gr og 39 cm langt :) Vit gleða okkum at fara til jarðarmóður aftur, fyri at vita hvat hon metir baby til. Tað skulu vit um 2 vikur.
Baby sparkar øgiligt, og byrjar so smátt at plága mammu sína eitt sindur, men tað skal tað hava lov til, tí tað er allíkavæl so deiligt at merkja tað sparka :)

Elefanturin Siborg

Janus og Solbakken

mandag den 2. juni 2008

Summar og sól

Vit hava enn super duper gott veður her í Keypmannahavn. Leygardagin fóru vit ein lítlan túr inn í kirkjugarðin at sóla okkum. Ja, tað ljóðar løgið at fara inn í ein kirkjugarð at sóla sær, men har vóru ikki bara vit :)

Vit sóu eitt fitt dunnupar við ungum :)

Janus og dunnurnar aftanfyri

Vit høvdu smurt okkum matpakka og høvdu tikið picnicteppið við. Her riggar Janus til :)

Ein struttandi Siborg í viku 30