Lilypie First Birthday tickers Lilypie Third Birthday tickers

mandag den 26. maj 2008

Vit skriva uppgávu

Í gjár vóru Fríða og Hervør her og gjørdu bólkaarbeiði. Og so mátti Siborg hiva myndatólið fram :)

Hervør

Fríða

Siborg og Fríða. Vit hava termin dag um dag :)

onsdag den 21. maj 2008

Deiliga, lekra, fitta Sofie

Sunnudagin høvdu vit fína vitjan :) Kristian, Saima og Sofie komu ein túr forbí og so ótu vit lambskjøt, slurp :)

Nú var tað næstan ein mánaði síðani vit høvdu sæð Sofiu og hon var blivin simpulten so stór. Ótrúligt sum hon kann vaksa og broytast uppá so stutta tíð.

Hon var eitt sindur smæðin í fyrstuni

Men tað var skjótt yvirstaðið

Líkist hon ikki nógv pápa sínum her?

Síðani á gólvið at spæla eina løtu :)
Vit ótu lekran døgurða :)

Búkar

Okkurt man verða í vatninum á Solbakkanum, tí her eru allar genturnar uppá vegin :) Her hava 11 føroyskar gentir verið uppá vegin í seinastuni, men nú eru nøkur úrslit komin í verðina :)


Ein dagin vóru 6 av okkum "gravidu" uttanfyri, og tað endaði við at vit stillaðu upp til felagsmynd :)


Gunnvør, tann uttasta við størsta búkinum, átti eina diddu fríggjadagin. Næst er so Katrin, hon hevur termin síðst í maj.


Síðani er tað Sólvør, sum skal eiga fyrst í juli, so Esther og eg í august. Og til síðst Elin, sum hevur termin í oktober :)
Nú hevði Siborg knappuliga ikki so stóran búk, ha? Haha

Brunch í góðveðrinum

Síðsta sunnudag fóru vit útum og fingu okkum brunch. Her eru nakrar myndir :)

Rói, Jeanette, Ása og Janus


Uppdatering

Ná, nú er eitt sindur síðani vit uppdateraðu. Tað mega lekkra veðrið er yvirstaðið fyri hesu ferð og vit hava havt sindur køligari veður nú ta síðstu vikuna.
Siborg gongur stadigvekk heima og streykar :/ og Janus hevur verið til 2 royndir og manglar eina.
Nú er Siborg komin í viku 29 og er í 3. trimestri :) Sum tíðin gongur skjótt!!! Vit skulu til jarðamóður fríggjadagin, tað gleða vit okkum til.

lørdag den 10. maj 2008

Vit grilla uttanfyri á Solbakken

Veðrið er enn super gott her í Danmark og í gjár grillaðu vit í góðveðrinum.

Frida, Annika, Súsanna og Tina bíða so spentar eftir matinum :)

Janus og Rói høvdu ábyrgdina fyri grillingini


Gott er at eta

Øll eru mett og vælsett :)
Ragnar og Ása
Er pylsan stokt, Janus???
Siborg
Siborg sker frukt til dessert og Janus etur spjót


So fóru vit at spæla 21 spæl

Og til endans spældu vit Bezzerwizzer

Siborg roynir at hugsa seg væl um, áðrenn hon kemur við einum fornuftigum svarið
Súsanna og Jeanette

torsdag den 1. maj 2008

Gestabókin

Vit hava eina gestabók til høgru á skerminum. Tit eru vælkomin at skriva í hana og senda okkum eina heilsan :)

Vika 26

Nú er Siborg komin í viku 26 :) Og hevur "bert" 104 dagar eftir til termin, hehe. Baby er nú ca. 23 cm, og vigar ca. 850 gram.

Siborg og búkurin

IKEA- túrur :)

Í gjár vóru Siborg, Ása og Jeanette ein túr í Ikea og keyptu inn. Siborg keypti m.a. nýtt skrivaraborð og nýggja hill. Tað gamla skrivaraborðið er alt ov stórt, so nú hava vit keypt eitt lítið eitt, sum kann standa móti vegginum, har altanin er. Tann nýggja hillin skal hanga yvir kommoduni, sum nú er flutt yvir til vindeyga. Við síðunar av kommoduni skal babysongin standa og prinsurin ella prinsessan sova :) Men songina hava vit ikki keypt enn.


Soleiðis sær tað nú út í kamarinum :)

Nýggja hillin, sum skal hanga yvir kommoduni

Um tit hyggja væl at telduskerminum, síggja tit eina lidna bacheloruppgávu hjá Janus. Klár at lata inn :)